
Blásarar úr Eiðis Ljómfelag til Vágs at hava konsert
Eiðis Ljómfelag skrivar:
Sum flestum kunnugt, hevur Eiðis Ljómfelag verið í stórari menning seinastu árini.
Leygardagin fer Eiðis Ljómfelag til Suðuroyar, at venja saman við sangkórinum Ljómi i Vági.
Sunnudagin verður stórfingin konsert í Vágs kirkju, har blásarar og sangarar heiðra tónaskaldinum Knút Olsen.
Til høvið hevur Atli K. Petersen lagt 8 løg hjá Knút Olsen til rættis fyri blásarar og sangkór, og verða tey framførd í Vágs kirkju, sunnudagin kl 15.
Talan er um eina stórfingna konsert, tí saman við eini 20-25 blásarum úr Eiðis Ljómfelag, verða eisini blásarar frá Tvøroyrar Hornorkestri, sangkórið Ljómur úr Vági og uml 20 sangarar úr Vestmanna sangkóri, sum saman skulu framføra sirpuna, sum Atli K Petersen hevur lagt til rættis fyri kór og blásarar.
Høvi verður eisini at hoyra hetta verkið framført norðanfjørðs, tí hetta er tann fyrsta framførslan í eini røð av konsertum, sum verða at hoyra kring landið í næstum, og sum allar fagna Knút Olsen, tónaskaldi.
Allar konsertirnar verða settar saman á sama hátt – við blásarum og sangarum – og framførslur verða í Vágum, í Fuglafirði og Klaksvík, og til seinast í Vesturkirkjuni í Havn leygardagin 02. novembur kl. 16:00, har eitt stórt tal av sangarum og blásarum úr øllum landinum fagna Knúti Olsen.
Tað er Agnar Lamhauge, sum stjórnar Eiðis Ljómfelag.