Borgarafundurin
15. mars 2021
Eins og lýst varð í síðstu viku, verður borgarafundur í Hólmahúsinum um vindmyllurnar, týskvøldið 16. mars kl. 19.00.
Tað verður ikki bara SEV, sum verður við á fundinum. Føroya Fuglafrøðifelag kemur eisini at leggja síni sjónarmið fram. Eftir framløgurnar frá SEV og Føroya Fuglafrøðifelag, verður møguleiki hjá borgarum at seta spurningar.
Skrá fyri fundin:
· Borgarstjórin bjóðar vælkomin
· SEV leggur fram
· Føroya Fuglafrøðifelag leggur fram
· Møguleiki at seta SEV og Føroya Fuglafrøðifelag spurningar
Koronatilmælini verða fylgd. Hetta hevur m.a. við sær, at ikki meira enn 200 fólk kunnu luttaka á fundinum. Hurðarnar lata upp kl. 18.30.