Brandvenjing við Eiðis sløkkiliðið á Korndalsbýlinum
18. november 2024
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Hósdagin 14. november varð skipað fyri brandvenjing á Korndalsbýlinum. Í góðveðrinum hendan seinnapartin vandi sløkkiliðið til ymsar støður, ið kunnu koma fyri, tá eldur ger um seg. Til staðar vóru eisini børn úr Spíranum og vóru tey sjálvsagt spent at síggja hvussu ein slík venjing gongur fyri seg.