Brennur tú fyri ungdóminum?

Spírin á Eiði byrjar í næstum at hava opið hús fyri børnum í aldrinum 10 til 18 ár. Í ungdómshúsinum fáa børn og ung møguleika at møta vinum. Tey koma at spæla, samtala, hugna ella gera eitthvørt, tey hava hug til. Ætlanin er at hava opið tvey kvøld um vikuna.

Vit leita eftir starvsfólkum, ið eru jalig og tolin, og sum skilja og rúma ungdómin. Starvsfólkini skulu kunna kveikja áhugamálini hjá teimum ungu og kunna vera nærverandi í tí, sum rørir seg teirra millum.

Tað er eitt ynski, at tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur ella lærari, og at tú hevur kreativ evnir, so sum at mála, spæla tónleik, íðka ítrótt ella bara hevur góð evni at samtala og geva ungum fólkum góðar upplivingar og góðar løtur.

Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag. Hava tit spurningar, ella ynskja tit at síggja umstøðurnar, eru tit væl komin at ringja til Kristinu T. Larsen, leiðara, á telefon 740410. Vit gleða okkum at fáa umsókn frá tær áðrenn 26. oktobur kl. 14.00. Tit kunnu byrja í starvinum 15. novembur ella skjótast gjørligt. Umsóknir skulu sendast til   korndalsgardur@eidi.fo

Myndasavn