Broytingar á umhvørvisplássinum á Eiði

Eiðis kommuna fer í 2019 at skipa økið við burturkasti á Eiði ørvísi.

Bygdaráðið samtykti á bygdaráðsfundinum 28.11.2018 at keypa eina sokallaða pressubingju og at skipa sjálvt økið á annan hátt.

Tað merkist at tíðirnar eru góðar, eisini tá talan er um burturkast, tí óvanliga nógv burturkast er beint í bingjurnar seinastu 2-3 árini.

Við at skipa plássið ørvísi og við at keypa pressubingjuna, fær kommunan eitt munandi grønari og bíligari umhvørvispláss.

Framyvir skulu borgarar koyra gjøgnum økið, fyri at sleppa av við burturkastið. Hetta kemur at gera, at betur eftirlit er við hvat verður beint í hvørja bingju.

Pressubingjan er mett at kosta áleið 200.000 og væntandi er hetta spart inn aftur eftir 18 mánaðum.