Búmerkjakapping fyri Heystfagnaðin á Eiði

Heystfagnaðarbólkurin skrivar hervið út kapping um búmerki.

Búmerkið skal kunna nýtast á eitt nú okkara talgildu miðlum, marknaðarføringstilfari, t-blusum v.m. í óavmarkaða tíð.

Uppskot skulu vera í A4-stødd. Búmerkið kann verða í litum, men skal eisini kunna prentast á svarta og hvíta bakgrund.

Navnið á luttakaranum, bústaður, telefonnummar og teldupostbústaður skal latast inn í einum afturlatnum brævbjálva – saman við uppskotinum. Talgilt tilfar kann leggjast á ein geyma.

 

Uppskot skulu sendast til:

Heystfagnaðarbólkurin

“Búmerkjakapping”

Brekkuvegur 37

FO-470 Eiði

 

ella sendast til eidi@eidi.fo við somu upplýsingum, sum nevnd omanfyri.

 

Uppskot skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. september á midnátt. Vit geva vinnaranum boð seinast tann 16. september 2021.

Ein dómsnevnd verður sett, ið tilskilar sær rætt at velja og vraka millum uppskotini og somuleiðis til ikki at gera nýtslu av nøkrum uppskoti.

Í dómsnevndini eru: umboð frá Heystfagnaðarbólkinum, lokalt umboð av Eiði og serkøn innan sniðgeving og design.

Vinnandi uppskotið fær virðisløn áljóðandi kr. 7.500,-.

Hava tit spurningar eru tit vælkomin at ringja +298 228490

 

Við heystskvøðu

Heystfagnaðarbólkurin