Burturkast frá fletting

 

 

 

Nú fjøllini verða gingin, verður tikið ímóti burturkasti frá seyði á ruskplássinum á Eiði.

Treytin fyri  móttøku er, at vembur eiga at verða tømdar. Innvølur o.a. skal verða í posa.

Niðanfyri er ein leiðbeining viðvíkjandi burturbeining av leivdum.

Visti tú, at tá ið IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, so viðførir tað dálkandi útlát frá skorsteininum?

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt.

Soleiðis verjir tú umhvørvið:
– Tøm vemburnar — tað dálkar at brenna fullar vembur.
– Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
– Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar.

Ruskplássið verður opið soleiðis frá 05. til 17. oktober 2020

 

Mánadag til leygardag        kl. 17.00 til 19.00

 

 

VINARLIGA IKKI SETA RUSK UTTAN FYRI PORTIÐ.

 

 

EIÐIS KOMMUNA.