Burturkast frá fletting

Nú fjøllini verða gingin, verður tikið ímóti burturkasti frá seyði á ruskplássinum á Eiði.

Treytin fyri móttøku er, at vembur eiga at verða tømdar. Innvølur o.a. skal verða í posa.

Ruskplássið verður opið soleiðis frá 1. oktober til 18. oktober.

Mánadag til fríggjadag 17:00-19:00

Leygardag 14:00-17:00.

VINARLIGA IKKI SETA RUSK UTTAN FYRI PORTIÐ.