
Burturkast frá fletting
30. september 2025
Nú fjøllini verða gingin, verður tikið ímóti burturkasti frá seyði á ruskplássinum á Eiði.
Treytin fyri móttøku er, at vembur eiga at verða tømdar. Innvølur o.a. skal verða í posa.
Ruskplássið verður opið soleiðis frá 1. oktober til 17. oktober.
Mánadag til fríggjadag 17:00-19:00
Leygardag 14:00-17:00.
VINARLIGA IKKI SETA RUSK UTTAN FYRI PORTRIÐ.