COVID-19 (KUNNING) 27.03.2020

Eiðis kommuna hevur valt at taka niðanfyri standandi fyrilit í samband við COVID-19:

Tiltøkini halda áfram til 13.04.2020. (Støða verður seinni tikin til, um tiltøkini skulu halda áfram ella broytast eftir hetta).

  • Ítróttarhøllin – Verður ikki útleiga.
  • Heimatænastan í VEKS – COVID-19 tilbúgving (Sí skjal VEKS COVID-19)
  • Eiðis skúli: Eingin skúlagongd
    • Í serligum førum ber til at avtala ansing frá kl.8 til kl.11:30. Hetta er bert galdanadi fyri foreldur at børnum til og við 3.flokk, sum starvast á serliga avgerandi økjum. Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Um so er, at foreldur fáa tørv á hesi serskipan, eiga tey at boða skúlaleiðsluni frá í seinasta lagi kl.18 dagin fyri. Ringjast kann til tlf. 740470. Víst verður annars til kunning á ummr.fo
  • Korndalsgarður: Stongt er í Korndalsgarði og Spíranum.
    • Um foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið eru neyðugar í samfelagnum, kunnu hesi ringja til leiðaran á tel.740410 fyri at fáa møguligt ansingarpláss.
  • Eldrafelagið á Eiði møtist ikki komandi tvær vikurnar.
  • Venjingarhølið í Hólmanum verður stongt í dag og tvær vikur fram.

Vit skulu somuleiðis heita á borgarar í kommununi um at vísa neyðug egin fyrilit sum heilsumyndugleikarnir mæla til.  Sí leinkju: Heilsa og fyribyrging Corona

Eiðis kommuna