Crescendo kamartónleikakappingin í Kolshøll

Leygardagin 2. mars verður skipa fyri Crescendo kamartónleikakapping í Kolshøll. Kappingin var hildin á fyrsta sinni í 2022. Við kappingini vóna fyriskipararnir, at eggja ungum tónleikanæmingum at spæla tónleik saman, og at standa á egnum beinum á pallinum.

Til kappingina í Kolshøll hava 33 melda luttøku, og talan er um luttakarar úr øllum landinum. Áhoyrarar eru hjartaliga vælkomnir. Dyrnar lata upp klokkan 08:30. Fyrsta framførslan byrjar klokkan 09:30.