Dansifelagið á Látrinum

“ At fara upp á gólv er at siga frá søgu”

Í Látralonini á Eiði verður Føroyskur dansur dúgliga dansaður hvørt týskvøld.
Tað er dansifelagið á Látrinum ið skipar fyri. Ì samrøðu við Rasmus Joensen
verður greitt frá um felagið sum heild.

Tað var í 1995 at Eiðisfólk komu ásamt um, at nýumvalda Látralonin ikki skuldi standa fyri einki í vetrarhálvuni. Tískil, savnaðust nøkur fólk saman, fyri at syngja ymsar sangir og kvøða.
Sum leið minkaði við sangum og kvæðini vuksu í talið.

Tey fyrstu árini var talan um ein áhugabólk, av tí at, óvist var hvussu nógv fólk rúmaðust í Látralonini og hvussu undirtøkan fór at vera. Tað var týsdagin 18. September í 2001, at Dansifelagið á Látrinum alment varð sett á stovn.

Felagið hevur verði víða um. Fyrst í hesi øld vóru tey nakrar uttanlandatúrðar
við norrønafelagnum.
eisini hevur felagið upptraðka til ymisk tiltøk kring landið við dansispølum.

Nevnast kann eisini, at eitt árið vóru íslendingar í Føroyum og gjørdu eina verkætlan um Føroyskan dans.
Hendan upptøkan varð gjørd á Látrinum og tað var Dansifelagið á Látrinum, sum við kvøðing og dansi segði frá innihaldinum í søguni.

Í felagnum eru 60 limir skrásettir og limagjald er 100 krónir um árið. Hvørja vetrarhálvu verður nýggj skrá løgd út.
Skráðin er skipa soleiðis, at “okkurt er til øll” Sigur Rasmus Joensen.

 

 

Martin Kristoffur Kristiansen

Myndasavn