
Dart á Eiði
Dart sum vit kenna tað í dag hevði sín uppruna, í bretskum vertshúsum seinast í 19. Øld.
Tað var ein enskur snikkari, nevndur Brian Gamlin sum í 1896 kom við hugskotinum, um núverandi talskipanina á dart skivunum. Tølini 1 og 5 eru hvørjumegin hægsta tali sum er 20.
Hetta gjørdi Brian Gamlin til tess, at gera spæli torførari.
Ì dag er dart vorðin ein úrvals ítrottargrein, har tær stóru kappingarnar vera sjónvarpaðar kring heimin.
Peninga vinningarnir fyri tær ymisku kappingarnar økjast ár fyri ár. Núverandi heimsmeistarin er skotin, Peter Wright.
Millum aðrar kendar dartleikarar kunnu nevnast Micheal Van Gerwen, ið av nógvum verður mettur at vera besti dartleikarin nakrantíð.
Kring Føroyar er áhugin fyri dart skjótt vaksandi. Hetta sæðst aftur í dart
feløgunum, ið eru sprottin upp seinastu árini. Til samans eru seks dart feløg
kring landi, sum øll eru limir í dartsambandi Føroya.
Ì 2019 gjørdist Føroyar limaland í altjóða dartsambandinum WDF.
Á Eiði hevur leingi verði áhugi fyri dartspæli. Tó hevur onki skipa dartfelag
nakrantíð verði í bygdini. Ì farnu viku vóru boð givin til dart áhuga á Eiði, um
at EB Húsið verður útleiga til dartspæl. Í fyrstu siftu er ætlanin, at spælast
skal 3-4 ferðir um vikuna.
Farna leygardag savnaðust áleið 12 ungir mans saman,
at spæla dart í EB húsinum á fyrsta sinni í nýggjari tíð. Hugurin var góður, og pílarnir settust væl í tær fýra dartskivurnar sum eru settar upp í ovaru hædd.
Limagjald fyri at spæla dart í EB Húsinum er 500 krónir um árið.
Hendan upphædd fer til leigu av húsinum.
Martin Kristoffur Kristiansen