Eiðis dartfelag sett á stovn
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen
Í 2019, vóru Føroyar alment viðurkendar sum limatjóð í heimsdartssambandinum WDF. Hetta er ein liður í at vaksa um áhugan og betra um umstøðurnar hjá dart-ítróttinum í landinum.
Sjey dartfeløg eru í Føroyum og kappast verður dúgliga teirra millum. Bestu føroysku leikararnir fara javnan útum landoddarnar at kappast í ymsum norðurlendskum kappingum.
Skipa seg á Eiði
Á keiøkinum er nógv virksemi dag út og dag inn. Trukkarnir koyra hvør um annan og bygningarnir vera allir nýttir til ymiskt vinnuligt virksemi. Í einum av hesum bygningum, húsast nú eitt nýtt felag. Talan er um nýstovnaða Eiðis Dartfelag, ið var sett á stovn á fyrsta aðalfundi felagsins sunnukvøldið 21. mars.
Fyrsta nevndin er soleiðis mannað;
Formaður – Rani Joensen
Næstformaður – Tummas Eli Kruse Ellingsgaard
Kassameistari – Ingvar Kruse Ellingsgaard
Varalimur – Tórur Fløtt
Í fyrstu syftu verður spælt tvær ferð um vikuna – nevniliga týsdag og fríggjadag.
Á vitjan hjá nýstovnaða EDF
Felagið heldur til í sonevndu Gulusmiðju, mitt í vinnuøkinum á keiini. Stutt er út á bátabrúnna og tað er eitt hanagleiv til einasta brævbjálvavirkið í Føroyum.
Tað er í hesum sterka og søguríka umhvørvið, at fyrsta dartfelagið á Eiði hevur skipað seg.
Meðan kaffi rennir niður, verður kapping skipað millum teir frammøttu leikararnar. Fríggjakvøld er nevniliga kappingarkvøld felagsins. Tað kostar 50 krónur at luttaka.
Lutakast var um hvør skuldi spæla ímóti hvørjum, og so var hitað upp. Siktini skuldu setast rætt og leikarar hugsavnaðu seg um dartskivurnar. Nú skuldi kappast.
Í fyrstu rundu var spælt best av trimum og hetta talið vaks alt í mun til hvørja rundu talan var um.
Undirritaði slapp tó ikki at upplivað nógv av hesi kapping, eftir at vera grýttur út í fyrstu rundu. Leikur helt áfram, og millum eitt kór av pílum, ið setast í dartskivurnar og prát leikarana millum, var greitt, at dugur var í monnum. Á hesum sinni gjørdist Rani Joensen vinnari av kappingini.
Týskvøldið eftir, er eisini dart á skránni á Fjøruvegi. Illfýsið er úti, og miklar hvirlur fáa bygningin at skelva – einaferð var líkt til, at tað eina vindeygað mundi rivið seg leyst.
Løtu seinni var myrkt. Ein luttakari helt fyri, at nú máttu vit finna pannulyktirnar fram. Tað er undir hesum buldrutu umstøðunum, at vit seta okkum at práta um felagið sum heild og serliga um fyrsta fund felagsins.
Á borðinum liggur eitt skrásetingarskjal frá ÍSF.
– Vit settu okkum í samband við ÍSF viðvíkjandi stovnan av felagnum. Teir greiddu okkum frá, at nú vit hava havt fyrsta fundin og felagið hevur fingið navn, er tað sum so stovnsett. Nú manglar bara almennur limaskapur í bæði ÍSF og Føroya Dartsambandi. Hesum greiður Tummas Eli Ellingsgaard, næstformaður, frá.
Formaðurin, Rani Joensen, situr yvirav mær, og báðir vísa teir á, at ongar fastar umstøður eru í løtuni. Gulasmiðja er ein fyribils loysn, og tað var hetta, sum meginparturin av fundinum gekk við.
Báðir tykjast teir til reiðar til uppgávuna fyri framman. Limirnir allir tykjast eisini sera spentir til tíðina, sum kemur, og teir boða frá, at øll eru hjartaliga vælkomin at royna seg.
Skemtað var við, at teir ætla at vinna føroyameistaraheitið í fyrstu royndini. Um hetta verður veruleiki skal vera ósagt, men nú eru so lunnar lagdar undir skipað dartvirksemi á Eiði.