
Eiðis dartfelag góð úrslit á Skála
28. oktober 2024
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Farna leygardag var FM kapping í dart á Skála. Sum vant var Eiðis dartfelag umboða, og sum so ofta áður fingu leikararnir heiðursmerkir um hálsin.
Dartfelagið hevði leikarar í bæði A bólkinum og B bólkinum. Í A bólkinum endaði Petur Grønagarð á einum 3. plássi, meðan Rani Joensen og Jógvan Olivur Kallsoy ávikavist endaðu á einum 2. og 3. plássi í B bólkinum.
Eiðis kommuna ynskir Eiðis dartfelag tillukku við góða úrslitinum.