
Eiðis fornminnisfelag fingið stuðul frá Lions Club
13. mai 2025
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
12. mai vitjaðu limir úr Lions Club Eysturoy á látralonini. Fyrsta punkt á skránni var ein fundur millum limirnar, har teir viðgjørdu ymisk mál. Tá fundurin var lokin, varð boðið til smyrjibreyð og ein góðan kaffimunn. Eftir eina løtu við góðum práti var tíðin komin til sjálvt hæddarpunkt kvøldsins.
Magnus Magnussen, umboð fyri Eiðis fornminnisfelag, tók ímóti kekkinum frá Lions Club. Upphæddin er á 25.000 krónur, og pengarnir fara til viðlíkahald og umvælingar av Látralonini.
Eiðis kommuna var eisini umboðað og borgarstjórin takkaði fyri íkastið frá Lions Club Eysturoy.