Eiðis kommuna 130 ár á baki
1. oktober eru tað liðin 130 ár síðani Eiðis kommuna varð sett á stovn. Í hesum sambandi hyggja vit í hesi grein eftir løtum úr søguni hjá kommununi. Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
(Keldur: eidi.fo, “Eiðis kommuna 1894-1994” (Bóklingur av Svenning av Lofti), in.fo, gamlar myndir av Eiði, facebook bólkur.)
Byrjanin
Tá kommunulógin kom í gildi í 1872, bar til hjá føroyingum at seta á stovn kommunur. Nøkur ár eftir hetta, í 1879, sendu eiðismenn eitt skriv til mynduleikarnar við ynski um, at stovnseta sjálvstøðuga kommunu. Alt gekk ikki so skjótt fyri seg í 19. øld, tí tað var ikki fyrrenn 1. oktober 1894, at fyrsti bygdaráðsfundurin var á skránni. Við hesum varð Eiðis kommuna stovnsett. Fyrsti borgarstjórin var Grækaris Joensen. Hann sat í sessinum fram til 12. juni 1897, tá hann brádliga andaðist, 61 ára gamal.
Um hetta mundi fevndi Eiðis kommuna um bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskála og Oyri. Soleiðis var kommunan skipa fram til 1944. Árið fyri settu bygdirnar Oyri, Norðskáli og Svínáir fram ynski um at taka seg burtur úr kommununi. Tilsamans vóru 89 undirskriftir savnaðar fyri uppskotinum í hesum trimum bygdunum.
Meirilutin í kommunustýrinum (3 av 5 limum) tók undir við at Oyri og Norðskáli skuldu fara burturúr, men at Svínáir skuldu verða verandi í kommununi. Minnilutin (2 av 5 limum) skeyt upp at fólk í Svínáum sjálvi skuldu avgerða hvørja kommunu tey vildu hoyra til, men hetta uppskot fall.
Krígsárini
Meðan Eiðis kommuna soleiðis var í holt við umskipanir, gekk tað heldur harliga fyri seg úti í heimi. Ikki tykkum at siga, so var annar heimsbardagi á skránni árini frá 1939-45.
Krígsárini høvdu eisini sína ávirkan á gerandisdagin á Eiði. Sum á flestu stóru plássunum í Føroyum vóru bretskir hermenn í tænastu á Eiði. Størsta virksemi hjá teimum var á Kollinum, har ein støð var bygd til teirra. Hann, ið stóð fyri arbeiðinum at byggja støðina, var H.C.W Tórgarð, timburmeistari úr Havn. Tá hann var upptikin í Havnini, hevði hann Jóannes Mørkøre á Eiði, at standa fyri arbeiðinum.
Fyrsta árið hevði Jóannes Mørkøre hesar mans til uppgávuna: Jógvan Ellingsgaard (Hjá Mallu) og Hans Poulsen á Brúgv. Eftir teir komu Grias Ellingsgard (Hjá Mallu), Tóraldur Kollsker, Karlton Poulsen og Jákup Merkistein. Støðin var liðug um mánaðarskiftið november-desember 1942.
Eiðismenn, ið arbeiða á Kollinum fáa sær ein steðg. Á myndini eru: Johan hjá Peturi, Asbjørn í Króki, Johannes Josef á Brúgv og Jákup Pauli á Trætistykkinum
Eina góða viku fyri jól komu hermenninir, sum allir vóru úr RAF (Royal Air Force), til Eiðis at vera. Teir vóru um 40-50 í talið og flestu teirra vóru bretar, tó at onkur kanadi var við. At húsast í fingu teir losjuna og eina barakk, ið var bygd við síðurnarav losjuni. Hetta var ivaleyst ein áhugaverd og spennandi tíð fyri eiðisfólk og teir fryntligu hermenninar úr RAF, sum tilsaman vóru í bygdini í tvey ár, í skiftandi liðum.
Fýra av hermonnunum á Eiði.
SEV
Eitt av stóru málunum í Føroyum eftir krígslok var stovnsetan av interkommunalum ravmagnsfelagsskapi fyri Streymoy, Eysturoy og Vágar. Á bygdaráðsfundi í 1946 varð samtykt av Eiðis bygdaráð, at mæla til stovnsetan av felagsskapinum, og at tekna Eiði sum lim.
Símun Elias Kristiansen, bygdarráðsformaður, møtti á stovnandi fundinum, og hevði fulltrú við sær, at atkvøða komununar vegna. 1 januar 1947 valdi kommunustýrið Gunnar Andreasen til umboðsmann í SEV nevndina.
Læknaviðurskifti
Í 1952 varð kallað inn til fund millum umboð fyri Eiðis, Sundalags, Gjáar, Funnings og Haldórsvíkar kommunur, at umrøða læknaviðurskiftini fyri økið. Mourits Olsen, kommunustýrisformaður fyri Eiðis kommunu, greiddi frá royndunum at fáa nýggjan lækna eftir R.K. Rasmussen, sum skuldi fara frá 30. juni sama ár.
R.K. Rasmussen var vælumtøktur lækni
Hann segði frá, at danska læknafelagið av serstøkum orsøkum sýtti fyri at seta lýsingina eftir nýggjum lækna í læknablaðið, men at landslæknin hevði fingið Leif Dahl at røkja starvið fyribils. Dahl røkti starvið fram til 1. mai 1959. Frá 1. mai 1959 til 1. mai árið eftir, var Marner Simonsen lækni í økinum.
1. mai 1960 tók navnframi Petur Reinert við starvinum, og virkaði hann sum lækni fram til 1986. Meðan hann sat í Landsstýrinum árini 1975-1979, røkti Kaj Kalsberg starvið.
Loranstøðin
Í 1959 var hin søguliga Loranstøðin gjørd norðuri í Fløgunum. Økið, har støðin skuldi standa, var lætt atkomiligt og tí var tað mett, at vera hóskandi at hava hana har.
Loranstøðin í 1960
Tey fyrstu mongu árini stóðu amerikumenn fyri støðini, í samstarvið við donsku stjørnina, men sum fylgisveinar og GPS vunnu frama mistu teir áhugan, og í 1997 tóku fraklendingar yvir. Tørvurin minkaði so við og við, men tað kom fyri, at boð komu frá skipum um takksemi fyri skipanina, tí hóast hon var gomul, var hon enn avbera nágreinilig – serliga meðan GPS skipanin enn var nýggj. Øll árini fram til 2015 sendi hon signal út til skip og flogfør í økinum.
Nógv útbygging og nýgerð
23. juli í 1965 var stórmál fyri á kommunustýrisfundi viðvíkjandi víðkan av havnaøkinum. Samtykt var at víðka økið undir vegnum úti í Garði. Frá ognini hjá Hanusi Joensen fyri eystan og vestur á Miklagarðsdráttin. Av tí at hetta økið var heimrust, samtykti bygdaráðið at ognartaka grundøkið. Vit leypa nú nøkur ár fram, men sleppa ikki Norðís heilt, tí tað var í 1972, at 15 metrar vóru lagdir aftrat bygninginum.
Heilt fitt av útbygging var á skránni í kommununi í 70’árunum. 14. desember í 1971 samtykti kommunustýrið at gera veg út á Bø, og fáa til vega eina útstykkingarætlan til húsagrundir har úti. Um sama mundi komu ljósámenn við áheitan um at leingja atløgubryggjuna við Ljósá við tíggju metrum. Á sama fundi verður úmsókn send til vega- og havnanevndina um at leingja atløgubryggjuna í Svínáum við 40 metrum og leingjan av pierinum á Eiði við 80 metrum suðureftir og 40-50 metrum eystureftir. Eisini var søkt um kr. 40.000 til planering í samband við útbyggingina hjá Norðís.
Eiðis bygd 1970-71.
Í 1973 verður umsókn frá brøðrunum Pól Johannesi og Andreasi Poulsen um loyvi at byggja ein møtisal, 6×12 metrar við Ljósá samtykt av kommunustýrinum. Í 1975-76 samtykti kommunustýrið at senda in umókn til løgtingið um meiri studning til atløgubryggjuna í Svínáum, sum kemur at kosta kr. 640.000.
Norrønafelagið vitjar á Eiði
Á sumri í 1981 skipaði Norrønafelagið fyri einum túri til Eiðis. Áleið 25 limir komu úr Norðurlondum, at fregnast um nakar áhugi var fyri, at innlima Eiði í felagið.
Skipað var fyri fundi í EB Húsinum, har partarnir komu ásamt um, at Eiði skuldi umboðast á stevnuni árið eftir. Fylgjandi stevnan var hildin í finska býnum Kangasala, og á fyrsta sinnið vóru eiðisfólk millum luttakararnar.
Heimasjúkrasystrar settar og læknin leggur frá sær
Í november 1982 mælir kommunustýrið til, at Elisabeth Simonsen og Marita Zachariassen verða settar í starv sum heimasjúkrasystrar fyri Eiðis, Gjáar, Sunda, Skála, og Sjóvar kommunur. 1. september 1986, eftir 26 ár í starvinum, leggur Petur Reinert frá sær sum lækni fyri Eiðis læknadømi. Lagnan vildi tað so, at Petur Reinert andaðist í 1991, 67 ára gamal.
Vinarbýarstevnan í 1988
Norrønafelagið á Eiði varð stovnsett hin 15. september í 1986. Fyrsti formaður felagsins var navnframi læknin Petur Reinert. Fyrsta vinarbýarstevnan á Eiði var á skránni í 1988. Hátíðardámur var um alla Eiðis bygd, nú norðurlendingar savnaðust fyri at fagnað norðurlendskari mentan.
Vinarbýarstevnan 1988 (Skuggamynd)
Í góðveðrinum komu tríggir fyltir bussar snúðandi omaneftir vegnum til Eiðis. Á upptøkum sæðst, at ferðafólkini vóru øll mest sum eitt stórt smíl. í bussunum varð dúgliga peika og práta. Helst vóru øll bergtikin av stórslidnu náttúruni og gomlu, hugnaligu bygdini, sum møtti teimum.
1990’árini og fram
Í 1990 varð samtykt at at taka av einum tilboði frá Árna Nygaard í Saltnesi um laðing av grótgarði rundan um víðkaða kirkjugarðin. Í juni 1993 samtykti kommunustýrið at seta kr. 250.000 í ein grunn til arbeiðsskapandi tiltøk.
Best røkta bygd
juni 1999 varð Eiði kunngjørt sum best røkta bygd í Føroyum. Um avgerðina segði forkvinnan í dómsnevndini:
“Eiði skarar heilt týðuliga framúr. Har er sera nossligt. Eiði hevur í fleiri ár gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at røkja bygdina við miðvísari planlegging. Kloakkskipanin verður førd út á streymasjógv. Alt órudd er burtur av havnarlagnum. Har verður farið væl um søguligar bygningar og varðveitt gamlar gøtur rætt. Bygdin skipar eisini fyri ymsum tiltøkum fyri ferðavinnuna, sum hotell, tjaldingarpláss, gongutúrar niðan á Slættaratind og fiskitúrar.”
Gunnleyg Durhuus legði aftrat, at hon veit um fólk á Eiði, sum hvønn dag ganga og taka órudd upp.
Liviligt á Eiði
Tað staðfestir svenski samfelagsfrøðingurin Carl-Gustaf Thornström, sum vitjaði á Eiði í 2001.
Thornström vitjaði sum lesandi á Eiði í 1973, tá hann gjørdi ymsar metingar um, hvussu Eiði fór at síggja út um aldarskiftið. 3. apríl 2001 vitjaði hann aftur á Eiði fyri fyrstu ferð síðan 1973, hesaferð saman við norskum starvsbróðuri. Teir luttóku á fundi, ið Granskingardepilin fyri økismenning skipaði fyri sum partur av verkætlanini um økismenning í Føroyum.
Carl-Gustaf Thornström legði dent á, at tað er tann væl útbygdi infrastruktururin, sum ger, at tað stendur so væl til á Eiði. Frá tí, hann fyrru ferð vitjaði, er ferðingartíðin úr Havnini til Eiðis stytt munandi, og fast samband er við bæði Streymoynna og restina av Eysturoynni. Hetta ger virkismøguleikarnar hjá fólki munandi betri, eins og tað eisini ger tað lættari at hava framleiðsluvirki á Eiði. At fólk kunnu fara av Eiði til arbeiðis aðrastaðni, eins og avbygdarfólk koma til Eiðis at arbeiða, eigur í grundini lívið í bygdini, heldur Carl-Gustaf Thornström.
Barnagarðurin opnar
Í august 2008 verður nýggi barnagarðurin á Eiði, Korndalsgarður, tikin í nýtslu.
Korndalsgarður
Bátafiskur byrjar sítt virksemi
Í oktober 2009 verður m.a. skrivað soleiðis á in.fo: “Á Eiði arbeiða eini seks fólk á skilji- og pakkivirkinum, sum verður rópt Bátafiskur. Ognarviðurskiftini á Eiði eru býtt upp í tríggjar triðingar: størri útróðrarbátarnir eiga ein triðing, smærru útróðrarbátarnir ein triðing, og Rainbow Seafood eigur seinasta triðingin. Tað er serliga hýsa, sum útróðrarbátarnir fiska, ið verður skild, pakkað og útflutt. Hinvegin fer toskurin, sum kemur upp á land á Eiði, oftast til onnur virki í landinum til virkingar.”
Heystfagnaðurin av bakkastokki
Í 2014 er Heystfagnaður á skránni á fyrsta sinni. Tiltakið verður rópt Føroya Bygdasligasta tiltak, og leggur dent á siðbundna føroyska bygdalívið. Á skránni eru fyrilestrar, framsýningar og kappingar. Kappast verður millum annað í hvør dugir best at fletta og hvør ger tað bestu rullupylsuna og kjøtpylsuna. Eisini eru ymiskar tónleikaframførslur og føroyskur og enskur dansur.
Fyrsti kvinnuligi borgarstjórin
Í 2023 verður Annsy Høghamar fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Eiðis kommunu. Hon hevur sitið í bygdaráðnum síðani 2021. Tá Rógvi Egilstoft fer í farloyvi og seinni leggur frá sær, verður Annsy Høghamar sett sum avloysari.
Annsy Høghamar er fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í kommununi.
Til stuttleika kann nevnast, at móðir Annsy, Hildgarð Høghamar, var fyrsti kvinnuligi bygdaráðslimur í kommununi. (1981-84). Við søguligu Høghamar møggunum er hendan greinin nú komin at enda.