Eiðis kommuna raðfestir børnini
30. juni 2021
Síðstu tíðina hevur nógv verið kjakast um, at ov lítil tíð verður sett av til fyrireiking og eftirmeting á stovnum. Eftir summarfrítíðina verður bøtt um hesi viðurskifti í Eiðis kommunu.
Á almennum bygdaráðsfundi 29. juni varð samtykt, at námsfrøðingar og hjálparfólk við námsfrøðiligari ábyrgd fara at fáa 3 tímar eyka um vikuna, ið skulu nýtast til fyrireiking og eftirmeting av námsfrøðiliga arbeiðinum.
Hetta kemur at geva starvsfólki betri umstøður at arbeiða undir. Tað kemur eisini at gagna bæði børnum og avvarandi.