Eiðis kommuna søkir arbeiðsfólk
Eiðis kommuna søkir við hesum eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðsuppgávurnar eru at taka sær av dagligu uppgávunum í kommununi. Tær fevna um kloakk, vatn, vegir. v.m.
Førleikar:
Tann, ið settur verður, skal:
· Kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir
· Kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
· Hava koyrikort
· Helst hava arbeiðsroyndir
Fyrimunur er, um arbeiðsroyndirnar samsvara teimum arbeiðsuppgávum, ið starvið inniber.
Løn:
Løn sambært avtalu.
Upplýsingar og umsókn:
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til borgarstjóran, Annsy Høghamar á tlf: 740400
Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 23.09.2024, klokkan 12:00.
Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka.