Eiðis kommuna við í talgildu Føroyum

Eiðis kommuna legst nú afturat kommunum í Talgildu Føroyum og verður partur av talgilda undirstøðukervi landsins. Kommunan kann nú fara undir at menna talgildar tænastur til borgarar sínar.

Samleikin og Vangin vóru tikin nýstlu í oktober í fjør. 14.000 føroyingar hava longu skrásett sær Samleikan og kunnu brúka tænasturnar hjá teimum sjey tænastuveitarunum, ið longu eru á Vanganum.