Eiðis Ljómfelag 100 ár
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen
Leygardagin 9 oktober, var søgulig konsert í Mentanarhøllini á Eiði. Hetta í samband við, at Eiðis Ljómfelag er vorið 100 ára gamalt.
Føðingardagurin skuldi eftir røttum vera í fjør, men COVID-19 farsóttin gjørdi sítt til, at hátíðarhaldi varð útsett.
Umframt kend løg sum ” Highland Cathedral” og ” The Old Rugged Cross”, var eisini frumframførsla av verkinum “Risin”, sum tónaskaldi Atli Kárason Petersen skrivaði til Ljómfelagið.
Forkvinna í Eiðis Ljómfelag er hósvíkskvinnan Katrin Dánjalsdóttir.
Nógv fólk møttu fyri at fagnað dugnaliga orkestrinum. Frásøgumaður ímillum sangirnar, var kendi miðlamaðurin Kári Sólstein.
Eiðis Ljómfelag telur í dag umleið 25 spælarar í øllum aldri. Flestu spælarar eru av Eiði og úr Sundalagnum.
Við hesum vil kommunan ynskja Eiðis Ljómfelag hjartaliga til lukku og blíðan byr framyvir.