Eiðis skúli søkir eftir lærarum og námsfrøðiligum stuðulsfólki

Søkt verður eftir lærarum og námsfrøðiligum stuðulsfólki til Eiðis skúla.

• 1 lærara í fast starv.

• 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/2024. Partur av starvinum er at virka sum lærari í
forskúlanum. Harumframt undirvísa næmingum í innskúlingini. Møguliga verða eisini aðrar uppgávur.
Endaligur setanarbrøkur verður ásettur eftir 1.septembur 2023.

• 1 námsfrøðiligum stuðulsfólki at starvast 25 tímar um vikuna. Starvið verður sett í tíðarskeiðnum 16.
august 2023 til 18. juni 2024. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur viðkomandi arbeiðsroyndir t.d. frá forskúla,skúla ella frítíðarskúla. Starvið verður lønt eftir
sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum.

Tey, ið sett verða skulu:

• virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður, ábyrgd og læra
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva
• vera fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
• vera stundislig og nærløgd

Førleikakrøv til lærarastørvini:
Læraraútbúgving.

Meira fæst at vita við at trýsta her