Eiðis Skúli við í Skúlaneti
Í vár var avtala gjørd millum Eiðis kommunu og Gjaldstovuna um, at innlima Eiðis skúla í Skúlanetsskipanina. arbeitt var miðvíst fyri, at tað skuldi gerast veruleikið áðrenn skúlabyrjan í ár, og tað er eydnast.
Skulin.fo skrivar soleiðis um Skúlanet:
Skúlanet er veiting frá KT Landsins, sum er skipað á Gjaldstovuni.
Við Skúlanet fáa undirvísingarstovnar eitt gott KT kervi við vælvirkandi neti og tíðarhóskandi loysnum, har trygdin er í hásæti. Tað skal vera lætt og trygt at brúka talgild amboð í skúlunum, so næmingar og lærarar kunnu hugsavna seg um undirvísing og læru.
Skúlanet skal loysa tær truplu kt-uppgávurnar fyri undirvísingarstovnarnar, og við vælvirkandi og tryggum kt-kervi gera tað lættari at samstarva. Lyklaorð eru trygd, synergi, standardisering og fyrimunir við stórrakstri.
Skúlanet er skipað sum eitt samstarv millum KT Landsins, Undirvísingarstýrið, Nám, kommunur, skúlar og útbúgvingarstovnar. Her ber til at lesa alla greinina hjá skulin.fo