Eiðisbørn savnaðu pening inn til vælgerandi endamál
26. februar 2024
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Farna hósdag tóku nøkur eiðisbørn stig til ein handil á Vaglinum, har tey seldu góðgæti, kaffi, te og ymiskar prýðislutir, ið børnini høvdu evna til í fríðtíðarskúlanum.
Endamálið við hesum tiltakinum var, at savna pening inn til tey, ið einki eiga. Eftir áleið tveir tímar høvdu tey røsku børnini savna eina upphædd á kr. 890. Pengarnir vóru latnir í tey bæði íløtuni, sum eru í handlinum. Vit kunnu øll vera errin av hesum óføru børnunum.