Ein heilt serlig løta
Fyri okkara Sigrun Gunnarsdóttir gjørdist mikukvøldið 13 januar, eitt heilt serligt kvøld. Hon fekk nevnliga stóru Mentanarvirðisløn landsins. Hendan virðislønin verður latin, fyri at heiðra føroyskt mentafólk, sum tøkk fyri listarligt avrik og er áljóðandi 150.000 krónur. Tað var á Eiði, at Sigrun sleit barnaskógvarnar og hagani dregur hon sær eisini nógvan íblástur til list sína.
– Sigrun Gunnarsdóttir hevur alt sítt lív teknað, málað og skapað. Hon er egin við sínum líkningasøguligu málningum, sum varpa ljós á lívsins stóru spurningar um upphavið, undurfulla lívið og deyðan, segði Jenis av Rana, tá ið hann handaði virðislønina.
– Gjøgnum listina sigur hon søgur. Søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi. Hon gongur egnar leiðir við sínum sterka, livandi og súmbolska myndamáli. Listakvinnan hevur sagt, at listin er hjartað, hon letur úr og gevur okkum. Hetta segði Jenis av Rana, mentamálaráðharri, sum handaði Sigruni
heiðurslønina
Sigrun sigur við Eiðis kommunu, at hon gjørdist kløkk av at vinna størsta heiðurin, eitt listafólk kann vinna í Føroyum, og at hon var sera rørd og fekk ikki orðið upp. Vit eru errin av at hava ein slíkan mentanarvarða okkara millum her norðuri. Eiðis kommuna ynskir Sigruni Gunnarsdóttir hjartaliga til lukku við stóru heiðurslønini!
Martin Kristoffur Kristansen.
Myndirnar eigur Andri Gerðisá.