Ein søgulig kvinna farin um sýn
Í einum lokalsamfelagið sum Eiðis kommunu, koma vit øll hvørjum øðrum við. Ein og hvør kann gera sítt fyri bygdina og skriva seg inn í lokalsøguna. Ein av teimum sum ivaleyst skrivaði lokalsøgu, var Eiðiskvinnan Hildigarð Høghamar.
Leygardagin 23 januar, bórust tíðindini um at Hildigarð andaðist á Korndalsbýlinum, 91 ára gomul.
Sum yngri var Hildigarð virkin í Eiðis Bóltfelag, har hon spældi hondbólt. Hon var við á 2. deildar liðinum, sum vann FM-heitið í árunum 1947, 1948 og 1949.
Her sæðst Hildigarð (niðast, longst til høgru) við EB síðst í 1940’árunum.
Hildigarð Høghamar var eisini søgulig í kommunalum høpi. Tað var nevnliga í 1980’árunum, at hon varð fyrsta kvinna, ið var vald í Eiðis bygdaráð. Hetta starvið rak hon árini 1981-1984 við Rasmusi Joensen sum borgarstjóra.
Hetta tíðarskeiðið vóru ymisk mál á skránni – millum annað var, 7 september í 1982, samtykt av bygdaráðnum, at heita á landsverkfrøðingin um at leggja landsvegin uttanum Svínáir.
Ætlanin var, at vegurin skuldi ganga niðan í tunnilsvegin omanfyri Norðskála. Arbeiðið var striltið, og tað var ikki fyrrenn í 1994, at koyrandi var eftir vegnum.
Nevnast kann eisini, at í november 1982, varð mælt til at Elisabeth Simonsen og Marita Zachariassen skuldu setast í starv sum heimasjúkrasystrar fyri Eiðis kommunu.
Við hesum, vil Eiðis kommuna takka Hildigarð Høghamar fyri tænastu sína.
Eisini vil Eiðis kommuna vísa djúpastu samkenslu við ætt hennara.
Martin Kristoffur Kristiansen.