Eingin tænasta, einki gjald

Bygdaráðið í Eiðis kommunu hevur tikið avgerð um, ikki at krevja barnagarðsgjald frá foreldrum, samstundis sum tey ikki fáa børnini ansaði í barnagarðinum. Eingin tænasta, og tí einki gjald.

Fyri Eiðis kommunu merkir hetta áleið kr 120.000,00 í mistum foreldragjøldum um mánaðin, men tað er fyri so vítt líka mikið. Ein kommuna kann ikki krevja gjald fyri eina tænastu, sum ikki verður givin.

Tað er umráðandi, at kommunur ikki síggja eitt barnagarðsgjald sum eina sjálvsagda inntøku, men heldur sum eitt gjald fyri eina tænastu. Fyri okkum er tað ein sjálvfylgja, at foreldur ikki skulu gjalda fyri eina tænastu, tey ikki fáa.

Tá tíðirnar aftur fara at gerast meiri vanligar, verður fíggjarætlanin á ansingarøkinum tikin til nýggja viðgerð, so barnaansingin ikki verður við sviðusoð tá samanum kemur.