
Eldratiltak í Hólmahúsinum
Kristi himmalfaradag 14. mai skipar eldraráðið hjá VEKS fyri einum tiltakið til borgarar, ið eru 60 ár og eldri, í Hólmahúsinum. Skrá fyri tiltakið sæst niðanfyri.
kl. 15:00 Vælkomin, Jens H. Jensen formaður í Eldraráðnum greiðir frá um Eldraráðið
kl. 15:10 2 felagssangir Magnus og Holgar spæla undir
Nú skínir sólin bjarta & Nánd
kl. 15:20 Umboð fyri VEKS greiða frá tilboðum/møguleikum fyri eldri borgarar
kl. 15:45 Magnus á Stongum og Holgar framføra tveir sangir
kl. 15:55 Eyðgerð Abrahamsen hugleiðir um at gerast eldri
kl. 16:15 Kaffisteðgur og prát
kl. 16:45 Jógvan Hammer hugleiðir um RUSSARAN sum fór á land á Mølini
kl. 17:10 Magnus á Stongum og Holgar framføra tveir sangir
kl. 17:20 Innlegg frá Andrassi Joensen, bátasmiði
kl. 17:40 Samanumtøka
kl. 17:50 2 felagssangir (Niels og Holgar spæla undir)
Lívið er so gott at liva
Tjóðsangurin
Takk fyri luttøkuna !

