EM hondbóltur í Kolshøll

Tað er allarhelst størsta hending í ítróttarsøgu Føroya, at hondbóltslandsliðið við monnum hevur kvalifisera seg til EM endaspælið, sum komandi dagarnar verður á skránni í Týsklandi. Føroyingar spæla allar sínar bólkadystir í Berlin, og hesir dystir vera vístir í Kolshøll. Tað er sjálvandi ókeypis atgongd til dystirnar.

Skráin fyri dystirnar er hendan:

Slovenia – Føroyar,  hósdagin 11. januar klokkan 17:00.

Føroyar – Noreg, leygardagin 13. januar klokkan 19:30.

Pólland – Føroyar, mánadagin 15. januar klokkan 17:00.

Enn einaferð: tað er ókeypis atgongd. Møtið fjølment.