Endurlýsing: Stjóri til VEKS

Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu.

Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini.

Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS.

Vit ímynda okkum at stjórin:

·         hevur leiðsluroyndir, og dyggan, fakligan førleika.

·         hevur royndir við tænastu- og bygnaðarmenning.

·         samskiftir neyvt í orð og talu.

·         megnar at virka á markamótinum millum politisku skipanina, starvsfólk, borgaran, avvarðandi og almennar myndugleikar.

·         megnar at savna eitt landafrøðiligt vítt eldrasamstarv í eina vælvirkandi eind.

 

Persónsprofilur

·         Tú trívist í samansettum heildum og hevur yvirlit.

·         Tú ert opin, kvæmur og uppbyggjandi.

·         Tú tekur avgerðir rættstundis, eisini tá skerast skal ígjøgnum.

·         Tú megnar javnvágina millum at fylgja stýrinum fyri VEKS, samstundis sum starvsfólkið fylgir tær.

·         Tú megnar at fáa tað besta fram í fólki, soleiðis at førleikar verða gagnnýttir rætt til frama fyri borgaran                  og at menna VEKS.

·         Tú hevur eina viðkomandi útbúgving.

·         Tú torir og megnar at ganga nýggjar leiðir, har eingin hevur slóðað fyri.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett frá 1. januar 2024 ella skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv, og verður lønt sambært avtalu millum KAF og Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Kruse, stýrisformann á telefon 228 844 ella um teldupost jogvan@sunda.fo.

Vit hava longt freistina, fyri at fáa fleiri umsøkjarar at velja ímillum. Umsóknir, við viðkomandi skjølum, skulu vera Heimatænastuni í VEKS í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 20. november 2023  kl 12:00, og skulu sendast til:

Veks@Veks.fo

Ella

Heimatænastan í VEKS

Bakkavegur 59

FO-350 Vestmanna

Viðmerki “Umsókn til stjóra” á umsóknina.