Fáa ymiskt frá hond hóast verkfall
29. mai 2024
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Á Korndalsgarði er friðarligari enn vant í hesum døgum. Á stovninum eru tað einans starvsfólkini, ið eru til staðar. Hýrurin er góður hendan dagin, og summi teirra gera sær dalt av tí góða veðrinum.
Innandura er eisini ymiskt virksemi á skránni. M.a. verða leikurnar vaskaðar, umvælingar gjørdar og stovnurin verður málaður innan. Hetta eru allar uppgávur, ið liggja til láns undir vanligum umstøðum.
Hóast tær serligu umstøðurnar kann ein ikki siga, at starvsfólkini á Korndalsgarði liggja á tí lætu síðuni.