FÆ20: Framvegis lægst skattaprosent og høgan barnafrádrátt
28. november 2019
Eiðis kommuna samtykti mikukvøldið 27.11.2019 fíggjarætlanina fyri 2020.
Bygdaráðið samtykti at halda fast um, at hava lægsta skattaprosent í miðstaðarøkinum nevniliga einans 18,75%.
Barnafrádrátturin er somuleiðis høgur í Eiðis kommunu nevniliga 7.500,00 fyri hvørt barn.
Tað ber til at samanbera og síggja hvørja ávirkan tað hevur, tá tú velur at seta búgv í Eiðis kommunu.
Rokna fíggjarligu fyrimunirnar við at búgva í Eiðis kommunu á www.umegbudiieidiskommunu.fo