FÆ20: Frítíðarkort og hægri normeringar í barnagarðinum

Eiðis kommuna samtykti í kvøld fíggjarætlanina fyri 2020. Sigast má at børn og ung hava fingið ógvuliga høga raðfesting.

Bygdaráðið samtykti at ganga somu leið sum fleiri aðrar kommunur, og at skipa fyri at børn og ung millum 6 og 18 ár fáa tillutað eitt sokallað frítíðarkort.

Frítíðarkortið hevur eitt “virðið” á kr. 2.000,00 um ári og kann brúkast mentanar ella ítróttarvirksemi í 2020.

Talan er um eina royndarverkætlan sum skal endurskoðast við árslok 2020.

Barnagarðsøkið í Eiðis kommunu hevur eisini fingið hægri raðfesting. Skipanin seinastu árini hevur verið:

Vøggustovubarn 10,5 tímar um vikuna og barnagarðsbarn 5,5 tímar um vikuna. Hetta broytist í 2020 til ávíkavist 11 tímar fyri hvørt vøggustovubarn og 6 tímar til hvørt barnagarðsbarn.

Bygdaráðið samtykti eisini at flyta stuðulstímarnar úr fíggjarætlanini hjá barnagarðinum og heldur at leggja hesa uttanfyri. Hetta kemur eisini at føra við sær, at stovnurin hevur størri rasarúm í mun til lønarútreiðslur.

Leggjast kann afturat at í inniverandi ári verður nýggi frítíðarskúlin tikin í nýtslu, og nýtt spælipláss verður somuleiðis sett upp í Korndalsgarði.

Nógv meiri verður at lesa um fíggjarætlanina hjá Eiðis kommunu komandi dagarnar.