Fagnaðarløta fyri EB G10 og EB G12

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen. 

Farna vikuskifti vórðu steypafinalur í hondbólti leiktar í nýggju, stórligu høllini við Tjarnir. Eiðis Bóltfelag var umboðað í tveimum finalum. Genturnar kláraðu seg fantastiska væl. Úrslitið var at G10 vunnu sína finalu móti Tjaldrinum 8-7 og G12 vunnu sína finalu móti H71 25-19.

Týskvøldið 25. februar varð skipað fyri fagnaðarløtu eftir venjing við Norðskála, har genturnar fingu pitsu og sodavatn. Til staðar at fagna hesum røsku gentum vóru borgarstjórarnir í Eiðis og Sunda kommunum.

Í fagnaðarrøðuni vísti Jógvan í Skorini, borgarstjóri, m.a. á, at fyri at vinna krevst samanhald á liðunum, og tað var hetta samanhald og lyndið, ið bar tær til sigurs.

Øll røðan kann lesast niðanfyri. Eftir røðuna fingu liðini eitt gávukort í part frá kommununum báðum, soleiðis at tær sleppa út at bovla og eta.

Við hesum vil Eiðis kommuna ynskja Eiðis Bóltfelag hartaliga til lukku við flottu úrslitunum.“

Røða borgarstjórans: 

Gott kvøld øll somul og hjartaliga til lukku Eiðis Bóltfelg, foreldur og avvarandi og ikki minst hjartaliga til lukku til tykkum spælarar og venjarar.

Tað at sleppa at vera við til at hátíðarhalda tykkum er ordiliga stórt fyri meg.

Fyri at vinna, so krevst eitt samanhald á liðunum báðum. Hetta hava tit víst at tit hava. Nú kenni eg fleiri av tykkum ógvuliga væl og eg eri vísur í at tykkara samanhald og lyndi hevur borið tykkum til sigurs.

Tað at sleppa at vera við til at uppliva finaludagin við Tjarnir leygardagin, var ein ótrúliga stór uppliving.

Nú eri eg ein maður sum kanska ikki síggi út til at gerast lætt rørdur.

Men tá seinasta bríksli var í báðum dystunum, tá tordi eg ikki at hyggja yvir at síðumanninum, tí eg vildi ikki hava at hann skuldi síggja gleðistárini í mínum eygum.

Tað sum tit gjørdu leygardagin er helst nógv størri enn tit geva tykkum far um.

Tit skaptu gleði og samanhald, vit sum fylgja við gloyma allar ósemjur og alt agg, vit standa saman sum ein, og gleðast saman við tykkum, um tykkara fantastiska avrik.  Eitt avrik sum er nógv størri enn medaljir og steyp.

Eg skal vegna Eiðis kommunu ynskja tykkum hjartaliga til lukku við fantastiska úrslitinum.

Tit eru allar samlar fantastiskar, og tað verður ótuliga spennandi at fylgja tykkum víðari á hondbóltsleið tykkara.

Eg haldi vit skulu rópa eitt leingi livi fyri Eiðis bóltfelg.

Eiðis Bóltfelag tað leingi livi, hurra, hurra, hurra.

So fari eg at heita á liðskiparan í G12 koma upp her at taka ímóti eini gávu frá kommununum báðum.

Myndasavn