Felags konsert í Kolshøll – Frásøgn og myndir

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Mikukvøldið 22. mars var konsert við Norðljómi og Eiðis Ljómfelag á skránni í Kolshøll. Nógvur vindur og nógv regn var hetta kvøldið, men tað tyktist ikki ávirka fólkamongdina, sum var møtt til tiltakið.

Fyrst á skránni vóru næmingar hjá Norðljómi, sum er tónlistarskúlin fyri Eiðis og Sunda kommunur. Konsertin varð skipað í samband við Íslandsferðina hjá skúlanum. Tey spældu tað, ið tey hava vant til ferðina. 

Oddur Magnusson, skúlaleiðari, greiddi áhoyrarunum frá skránni, sum fevndi um klassikarar hjá The Beatles, løg við ávirkan úr Balkan-londunum og eisini okkurt meira nútímans.

Millum løgini kann nevnast eyðkennislagið hjá donsku filmsrøðini “Olsen Banden”. Eisini spældu tey eitt lag til tey smærru børnini. Talan var um tað heimskenda “Baby Shark”. Ein sangur, ið nærmast hevur hertikið heimin. Sjónbandalagið av sanginum er tað mest sædda sjónbandið á YouTube nakrantíð. Higartil hevur tað 12 milliardir vísingar til samans. 

Eftir væl frágingnu konsertina var ein stuttur stegður, har møguleiki var at fáa sær ein kaffimunn og okkurt leskiligt afturvið. Eisini var møguleiki, at lata pengar til Íslandsferðina hjá Norðljómi. 

Eftir steðgin tók Eiðis Ljómfelag yvir. Tónleikurin hjá teimum ljómaði avbera væl, og tað var greitt á øllum brøgdum, at hetta vóru dugnaligir tónleikarar. Á skránni hjá teimum vóru bæði valsar, sálmar, og nakað av klassiskum tónleiki. At enda gekk leiðin til Kuba. Eiðis Ljómfelag endaði framførslu sína við sanginum “Havana”.  Eitt staklag hjá Kubansk-Amerikonsku songkvinnnuni Camila Cabrello. 

Fjøldin var sera væl nøgd við konsertirnar báðar, og lógvabrestirnir rungaði um høllina, so hvørt sum sangirnir vóru lidnir. Sigast má, at hetta var eitt væl frágingið tiltak, sum vísur at tónleikarar hjá Norðljómi og Eiðis ljómfelag eru á høgum støði.

Myndasavn