Felagsøkið í Svínáum raðfestast í 2026

Eiðis kommuna valdi á bygdaráðsfundi tann 27.11.2025 at seta pening av til felagsøkið í Svínáum. 

Tað hevur í fleiri ár verið eitt ynski frá borgarunum í bygdini at fáa eitt skipa felagsøkið, og nú er peningur settur av til arbeiðið. 

Talan er um økið á matr. 460. 

Vónandi fer ætlanin, sum vit heilt víst koma at hoyra nógv meiri um, at fáa stóra undirtøku. 

Komandi tíðina fara vit at vísa á ymsar íløguætlannir hjá Eiðis kommunu fyri 2026, tit eru vælkomin at fylgja við her á heimasíðu okkara.