Ferðavinnuskeið á Eiði

Nú royna vit aftur

Umhugsar tú at byrja virksemi innan ferðavinnuni?
Hevur tú góð hugskot, men trupult við at koma í gongd?
Ella hevur ferðavinnan tín áhuga?

So er hetta júst nakað fyri teg!

Eiðis kommunu skipar fyri einum ókeypis skeiði í byrjunar-íverksetan. Skeiðið verður í mentanarhøll skúlans á Eiði tann 21. August frá kl 19 – 22.

Hví skalt tú koma á skeiðið?
Tú fert at læra um hvussu tú kanst byrja, reka og marknaðarføra títt virksemi innan ferðavinnuni, eins og menna tínir førleikar innan hesi vinnu.

Úrtøkan hjá luttakaranum:
Tú fært innlit og greið amboð í hvussu tú kanst:
1. Byrja eitt virksemi.
2. Reka eitt virksemi.
3. Marknaðarføra.

Á skeiðinum verður ein fyrilestur. Eftir fyrilesturin verður høvið at arbeiða við sínum hugskotið eins og spyrja spurningar.

Málbólkur:
Skeiðið er serliga ætlað til tey ið áhugað eru í ferðavinnuni, og ynskja at starvast innan hesi vinnu tó skulu øll eru hjartaliga vælkomin.

Evnini ið verða viðgjørd eru:
Hvat virkið kann ein stovna og hvør er mannagongdin.
Virkis ætlan.
Hvussu kann man marknaðarføra sítt virksemi/hugskot.
Soleiðis kanst tú reka títt virksemi.

Undirvísari:
Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari í Íverksetarahúsinum.

Praktiskar upplýsingar:
Tilmelding fer fram við at skriva navn, email, telefonnummar til eidi@eidi.fo innan týsdagin 20. august 2019 kl. 12.00.