Finalan verður leygardagin

Komandi vikuskifti endar fótbóltskappingin hjá kvinnunum og lagt er upp til ein sannan endabrest. Á vøllinum í Hólmanum verður nevniliga toppdystur millum EB/Streym/Skála og KÍ, og vinnarin av tí dystinum verður føroyameistari 2017. Undan seinasta dystinum er støðan tann, at EBS/Skála er fremst við 51 stigum, meðan KÍ á øðrum plássi hevur 49 stig. Um dysturin endar við javnleiki er tað sostatt EBS/Skála sum vinnur meistaraheitið.

Hetta, at tað undan seinasta umfari er so stórur spenningur í kvinnukappingini, er sera óvanligt, tí seinastu mongu árini hevur KÍ verið einaráðandi. Tær hava nevniliga verið føroyameistarar 17 ár á rað, og hesi árini hava tær harumframt vunnið steypakappingina 14 ferðir.

Nakað, sum ikki er óvæntað er, at tað er júst EBS/Skála, sum nú er um reppið at koppa KÍ av trúnuni. Felagsliðið hevur nevniliga seinastu 4 árini á rað vunnið silvurheiðursmerki í kvinnudeildini, so nú eru tær til reiðar at taka seinasta fetið – upp á tindin! Fyrr í ár vann EBS/Skála ársins steypakapping, har tær í hálvfinaluni vunnu móti KÍ.

Hetta var samstundis fyrsta steypið sum felagsliðið vann í hesari samansetingini. Tað skal tó nevnast, at Skála – sum sjálvstøðugt felag – í 1990 og 1992 vann føroyameistaraheitið í kvinnudeildini. Í 1992 vunnuu tær eisini steypakappingina.

Tað er altso leygardagin tann 7. oktober kl. 12.30 at ‘finalan’ verður bríksla í gongd í Hólmanum. Og so fáa vit at síggja um KÍ skal lyfta steypið fyri 19. ferð ella EB/Streymur/Skála vinnur sítt fyrsta meistaraheiti – og harvið greipuna!