Fipur til heimið
26. august 2021
“Fipur til heimið” er ein verkætlan hjá NET sum skal nútímansgera netsambandi kring Føroyar og nú eigur Eiðis kommuna tørn.
Eftir ætlan skulu NET byrja við at leggja fipurkaðal við Ljósá. Kaðalveitirnar vera áleið 25 cm djúpar og breiddin verður 5 cm.
Sambært heimasíðuni hjá NET, verður talan um sera stóran vøkstur í ferðini á netsambandinum. Við tað at fipurnet verður lagt, kunnu telefeløgini veita ferðir heilt upp í 1000 mb.
Arbeiði er mett at vera liðugt áðrenn árið er av.