FM í dart á Eiði – Myndir og frásøgn
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Tað var í 90’árunum, at skipað dartspæl tók seg upp í Føroyum. Tá virksemið var mest, vóru 14 feløg kring landið við fleiri 100 aktivum leikarum. Á Eiði hevur dart altíð verið spælt, tó var mest talan um okkurt hendinga leygarkvøld í einum kjallara.
Ì 2021 kom broyting í. 21. mars hetta árið var Eiðis dartfelag sett á stovn. Góð tvey ár seinni, 15. apríl í 2023, var Eiðis dartfelag karmur um eitt umfar av FM kappingini hjá Føroya dartsambandi. Her kemur ein frásøgn av søguliga degnum.
Leygardagur 15. apríl 2023 gjørdist ein søguligur dagur fyri ítróttin í Eiðis kommunu. Dartfelagið á Eiði var vertur fyri eitt umfar av FM kappingini, sum var hildið í ítróttarhøllini. Hetta var fyrstu ferð, at slík kapping er á Eiði. 65 luttakarar møttu til kappingina, og komu teir úr øllum meginøkinum norður til Eiðis fyri at royna seg.
Fyrsti pílurin varð kastaður klokkan 11:00. Kappingin var deild upp í A og B bólkar. Tað var eisini kappast í tvímansleiki og kapping fyri kvinnur.
Høllin var býtt upp í tvey, har onnur helvtin var til sjálva kappingina og hin helvtin var brúkt av leikarum, ið tóku sær av løttum millum dystirnar. Millum luttakararnar vóru seks limir í Eiðis dartfelag og tey vóru hesi: Tummas Eli Ellingsgaard, Rani Joensen, Petur Grønagarð, Sonni Kallsoy, Jenny Kallsoy og Jógvan Olivur Kallsoy.
Petur Grønagarð úr Eiðis dartfelag vann B bólkin.
Tilsamans vóru 20 skivur settar upp og flestu teirra vóru javnan í brúki. Spurdir um umstøðurnar, søgdu leikararnir seg vera sera væl nøgdar við tað, sum Eiðis dartfelag hevði bjóðað teimum.
Møguleiki var at keypa sær okkurt til matna. Hetta hevur serliga stóran týdning, tá man hevur í huga, at fleiri leikarar settu allan dagin av til kappingina.
Spælt var niður úr 501, sum er tann mest vanligi kappingarleisturin, har málið er at spæla seg niður til ein “double”. Manglar tær t.d. 40, skalt tú enda við at raka dupult 20.
Leikarar skrásettu hvørjaferð onkur teirra fekk 180, sum er tað hægsta, ið ber til at fáa í dart. Eisini skrásettu teir hvør brúkti fægst pílar til at enda eina rundu. Hýrurin var góður millum luttakararnar, og nógv var flent, tó at onkur eiður var at hoyra, tá pílarnir ikki vildu tað, sum leikararnir ætlaðu.
Tá klokkan slóð 15:00 tagnaðu pílarnir. Hetta tí, at Eiðis dartfelag bjóðaði fleskasteik til døgurða. Um hetta mundi vóru leikararnir vorðnir svangir, og tí kom hetta væl við hjá flestum teirra.
Spælið var tikið uppaftur nakað seinni, og kappingin helt fram til áleið klokkan 00:30, tá vinnararnir vóru kunngjørdir.
Vinnararnir av ymisku bólkunum vóru hesir:
A-bólkurin: Jón Johansen, Vága dartfelag
B-bólkurin: Petur Grønagarð, Eiðis dartfelag
Tvímansleikur: Heri Kallsoy & Allan við Rætt, D9 (Skála)
Hjá kvinnum gjørdist vinnarin Beinta Joensen úr Klaksvíkar dartfelag.
Alt í alt var hetta eitt sera væl frágingið tiltak, sum vísti at har er dugur í Eiðis dartfelag.