FM í telving fyri einstaklingar verður á Eiði

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen

Í døgunum 9 – 15 apríl verður skúlin á Eiði karmur um størstu talvkapping landsins. Talan er um FM fyri einstaklingar.

FM fyri einstaklingar varð hildi á fyrsta sinni í 1937 í Tórshavn, og hevur sostatt 85 ár á baki. Hetta er harafturat 52. tjúgunda kappingin síðani stovnsetan talvsambandsins í 1970. Nú er stundin komin hjá Eiðis bygd, at vera vertur fyri hesari søguríku kapping. Tað er talvfelagið Rókur sum skipar fyri kappingini, saman við Talvssambandi Føroya.  Báðir partar siga seg vóna, at nógv fólk melda seg til.
Faroechess.com veit at siga, at núverandi Føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen hevur boða frá luttøku.