Fólkatalið í Eiðis kommunu støðugt vaksandi

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen

1. januar í ár búðu 789 fólk í Eiðis kommunu. Hetta er ein vøkstur á 2,9 prosent í mun til fólkatalið í 2021. Hetta er millum størsta vøkstur í øllum landinum.

Fólkatalið hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini. Hyggja vit eftir tølum í tíðarskeiðnum 2012-2022 sæst, at fólkatalið er vaksið úr 662 fólkum 1. januar í 2012 til 789 fólk 1. januar í 2022. Hetta er altso ein fólkavøkstur á 127 íbúgvar seinastu tíggju árini.