Fólkatingsval 05. juni 2019

Fólkatingsvalið 5. juni 2019 – brævatkvøður og valkort

Brævatkvøður:
Veljarar í Eiðis kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni millum kl. 08:00 og 16:00 mánadag til hósdag
frá mikudegnum 15. mai til og við mánadagin 3. juni 2019.Ber ikki til at koma á kommunuskrivstovuna, kunnu tygum ringja til tlf. 74 04 30 og avtala eina tíð.

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða valnevndini frá á tlf. 23 23 80 í seinasta lagi mánadagin 03. juni.

Valkort:
Kunngjørt verður, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram 5. juni 2019, verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava valrætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt  frá á kommunuskrivstovuni – tlf. 20 04 00 – í seinasta lagi mikudagin 29. mai, kl 16:00.

 

Eiðis kommuna