Forskúlin á vitjan

Kommunuskrivstovan fekk í dag vitjan av forskúlanum Alduni. Afturvið søtmeti og sunkistum, sluppu børnini at seta borgarstjóranum fjølbroyttar spurningar um kommununa, eitt nú um fólkatal og kommunala arbeiðið. Eisini sungu tey eitt sindur fyri starvsfólkunum og hetta dugdu tey ómetaliga væl! At enda, skrivaðu tey seg upp í gestabókina hjá okkum.

Eiðis kommuna takkar fyri vitjanina!