Skil atferðina hjá barni tínum: Framløga við Tinu Brandt
Skil atferðina hjá barni tínum og fá ein gerandisdag við færri ósemjum.
Leygardagin 9.november klokkan 15.00-17.00 i Hólmahúsinum. Framløgan er á donskum.
Undir framløguni verða tit við í venjingum, hugleiðingum og viðkomandi heilasteðgum (Brain-breaks).
Sagt om framløguna:
“Tina veitti íblástur, var fangandi og vísti góða, jaliga orku.”
Foreldur i Åbyhøj – Aarhus.
“Avbera góð!! Sera stuttlig og spennandi framløga”
Foreldur í Herskind – Skanderborg.
“Tú ert ótrúlig, og eg fekk fleiri nýggj amboð og opnaði eyguni fyri nógvum nýggjum tingum, so stóra takk fyri” Foreldur i Ringsted.
“Tina fær tveir tímar at flúgva avstað, fyltir við virðismiklum sjónhornum uppá hvussu vit handfara tídningarmiklastu uppgávuna. Tað at vera foreldur til børn okkara. Hon fær truplar heildarspurningar at tykjast einfaldar. Hon hevur týðiligt trúvirði og veit sera nógv um sinn barnsins, avbjóðingar hjá foreldrum og hevur góðar loysnir hesum viðvíkjandi. Framløgan hjá Tinu er eitt win-win fyri øll. ”
Foreldur í Keypmannahavn.
Um Tinu Brandt:
Eg erí móðir, pedagogur, familiuráðgevi og fyrrverandi stovnsleiðari. síðani 2019 havi eg arbeitt í tøttum samstarvi við Louise Klinge, granskari innan barna og skúlaøkið, og limur barnaráðsins. Í felag hava Louise og eg skrivað bókina Pædagogens relationskompetence. Eg skrivaði eisini nakað av tekstasavninum ” Autonomi – Kompetence – samhørighed”, sum kom út í 2023. Umframt hetta var eg fastur limur av panelssendingini Hjælp jeg er forælder
á Radio 4.