Frásøgn frá uppstillingarfundinum til skúlastýrisvalið
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Mánakvøldið 28. oktober varð skipað fyri valfundi í samband við valið til Eiðis skúlastýrið. Almenna heiti fyri tiltakið var uppstinlingarfundur, men talan var um eina kunnandi framløgu. At byrja við greiddi Tom Joensen, skúlaleiðari, áhoyrarunum frá hvussu eitt skúlastýrisval er skipa og hvør hevur valrætt til eitt skúlastýrisval (t.e. foreldur, sum hava foreldramynduleikan yvir børnum, sum eru innskrivað í skúlan). Fólkayvirlitið verður nýtt til at kannað eftir hvørji foreldur hava valrætt og valbæri.
Víðari greiddi skúlaleiðarin frá meginarbeiðsøkinum hjá einum skúlastýrið, og segði frá praktiskum viðurskiftum í samband við valið. Eiðis skúlastýrið hevur fýra fundir um árið og er soleiðis mannað:
Magna E. Mørkøre – Forkvinna, foreldraumboð.
Jan Eidesgaard – Foreldraumboð.
Guðrun T. Jacobsen – Foreldraumboð.
Tove Kruse Samuelsen – Kommunustýrisumboð.
Fríða J. Joensen – Kommunustýrisumboð.
Judith í Skorini – Starvsfólkaumboð.
Tom Joensen – Skrivari.
Í mun til meginarbeiðsøkið hjá einum súlastýri fevnir hetta, sambært §§ 52 og 53 í fólkaskúlalógini, m.a. um:
– Eftirlit við virksemi skúlans.
– Ummæli av fíggjarætlan.
– at gera uppskot um um skúlabyggnað.
– At taka avgerðir um tað, ið ikki er lagt undir aðrar mynduleikar.
Sí alt arbeiðsøkið á myndini niðanfyri:
Til seinasta val stillaðu 4 valevni upp, og vallutøkan lá um 74 prosent, sum var millum hægstu luttøkuna í landinum.
Eftir kunningina frá skúlaleiðaranum, átti forkvinnan í skúlastýrinum, Magna Mørkøre, orðið. Hon greiddi frá praktiska arbeiðinum hjá stýrinum, og sínum royndum sum forkvinna.
Sum ítøkiligt dømi nevndi hon teir politikkir, sum skúlastýrið hevur innført. Ein tann fyrsti politikkurin, sum núverandi stýrið innførdi, var fruktpolitikkurin, sum syrgir fyri at næmingarnir fáa frukt hvønn fríggjadag.
Magna Mørkøre segði eisini áhoyrarunum frá, at limir í skúlastýrinum hava møguleikan, at stilla upp til val í nevndina fyri Foreldrafelagið Heim og Skúli, ið varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum.
Skúlastýrisvalið verður 12. november í Kolshøll.