Frásøgn og myndir frá ruddingardegnum

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen. 

Týsdagin 23. mai 2023 var ruddingardagur í Eiðis kommunu.  Sum vant í Føroyum, so kann veðrið hava hug at arga, men tað ávirkaði ikki huglagið hjá eiðisfólki.

Klokkan 17:00 savnaðust heilt fitt av fólki niðri í Hólmahúsinum, har tey fingu fisk og kips at styrkja seg við, áðrenn farið var í gongd av álvara. Eftir hugnaligu løtuna í Hólmahúsinum, fóru fólk út at rudda. Ruddað var kring bygdina, men serliga hugsavnaðu luttakarar seg um økið kring vøllin, eins og runt vatnið. Nógvur vindur og nakað av regni var hesa løtuna, og ein luttakari, sum ruddaði runt vatnið helt, at hesar umstøðurnar vóru bara fyri tey heilt “hardcore”-fólkini.

Tann stóra verkætlanin í ár var at gera ein gonguteið frá sonevnda “Kardamummubýnum” og oman til barnagarðin. Har vóru nógv fólk í øllum aldri, ið hjálptu til at gera hesa gøtuna. Heilt nógv av arbeiðinum var liðugt, tá klokkan var farin nakað av 20:00, tó at okkurt smáttarí enn manglar.

Tað, at klokkan slóð 20:00, hevði eisini tað við sær, at ruddingardagurin var av, og luttakarar savnaðust aftur í Hólmahúsinum til ein væl uppibornan kaffimunn.
Hetta var ein dagur, har eiðisfólk vístu sína styrki. Eiðis kommuna takkar fyri avbera góða luttøku og gott arbeiði.

Myndasavn