Frásøgn og myndir frá samansjóðingarkvøldinum 15.05.24

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Mikukvøldið 15. mai skipaði frítíðarskúlin Spírin fyri einum samansjóðingarkvøldi í Hólmahúsinum. Leiðarin á Korndalsgarði bjóðaði áhoyrarunum vælkomnum og lýsti ætlanina við tiltakinum, sum var ætlað børnum í 3. flokki og foreldrum teirra. Í røðu sínari heitti hon á fjøldina um, at blanda seg, soleiðis at tilflytarar og føroyingar settust saman. Hetta var ein liður í, at samansjóða fjøldina, so at tey ikki sótu í hvør sínum bólkum.

 

Kvøldið var býtt upp í tríggjar fyrilestrar. Fyrst á skránni var fyrilestur við Birnu Borgarlíð Isfeld, ið lesur til Master í sosialvísindi – og samfelagsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Í fyrilestri hennara setti hon m.a. orð á hvat samansjóðing er, hvørjar avbjóðingar kunnu standast av manglandi samansjóðing av tilflytarum og hvussu arbeiðast kann fyri, at minka um hesar avbjóðingar.

 

Seinni fyrilesturin var við Jonhardi Jógvanssyni, presti og konu hansara, Tordis Kristiansdóttir. Í fyrilestri teirra greiddu tey frá føroyskari mentan og føroyskum siðvenjum. Eisini komu tey inná hvat kann gerast betri frá føroyskari síðu. Eitt nú tað, at útlendskir tilflytarar verða kunnaðir um mentanarlig tiltøk.

 

Lyndið var lætt hetta kvøldið, og eftir at nepalesarar søgdu sína søgu og greiddu frá ymiskum úr heimlandi teirra, sýndu tey fram ein nepalesiskan dans.

 

At enda fingu luttakarar og áhoyrarar møguleika at práta saman um leyst og fast í samband við samansjóðing. Talan var um eitt savnandi og læruríkt tiltak, hetta mikukvøldið í Hólmahúsinum.

Myndasavn