Fríðkan av gamla kirkjugarði

Á bygdaráðsfundi mánadagin, 25. mai, varð samtykt, at fríðkast skal um, í gamla kirkjugarði.

Kaga vit í søguliga tilfarið sæðst, at arbeiði uppá minnisvarðan til gamla kirkjugarð byrjaði í áleið 1974.

Tað var minnisvarðanevndin á Eiði, við Òla Ejdesgaard á odda, ið umbað hendan varða, teimum sjólatnu til minnis. Myndahøggarin Fridtjof Joensen í Klaksvík, stóð fyri uppgávuni at høgga standmyndina úr steini.

Standmyndin var hereftir send til Danmarkar, at stoypast úr bronsu.
Hetta varð gjørt hjá H. Rolstad og Sønner’s broncestøberi a/s í Herlev.

Sunnudagin 22 juni 1975 upprann so dagurin, tá ið standmyndin varð avdúka.
Nógv fólk vóru savna saman hendan hátíðar dagin. Sóknarpresturin talaði og las nøvnini á teimum sjólatnu.

Síðani varð standmyndin avdúkað, av Onnu Elisabeth Mørkøre 97, (f. 1878) og Mariusi Samuelsen, 92. (f.1883).

Eftir at hornorkestri spældi tveir sálmar, varð minnisvarðin alment handaður Eiðis bygdaráðið, av Òla Ejdesgaard, formanni í minnisvarðanevndini.
Bygdaráðsformaður, Jógvan K. Mørkøre, tók ímóti minnisvarðanum.

Fríðkanin av gamla kirkjugarði er ein liður í, at fríðka um umhvørvið. Hetta við vón um, at gamli kirkjugarður kann gerast eitt hugnaligt savningarstað fyri lokala fólkið.

Tað er felagið Hjálpirót, ið stendur fyri fríðkanini.

 

 

 

 

Martin K. Kristiansen.