Frítíðarkortið

Øll børnini í árgangi 2003 til og við árg 2014 fáa sokallað frítíðarkort frá Eiðis kommunu.

Frítíðarkortið er at brúka til frítíðarvirksemi.

Kortið hevur eitt “virði” á kr. 2.000,00 og kann bert brúkast í 2020.

Kortið í sær sjálvum skal ikki brúkast tá gjalding ella tilmelding er á skránni.

Tilmelding til frítíðarvirksemi fer fram á tann hátt at heitt verður á avvarandi felag, um at seta seg í samband við Eiðis kommunu. Felagið skal upplýsa kommununi fult navn og føði dato.

Tonito hevur sniðgivið og gjørt frítíðarkortini.

Eru ivamál ella spurningar kann ringjast á tel.200400 ella skrivast til eidi@eidi.fo

 

Mest spurdu spurningar:

Kann frítíðarkortið brúkast til musikskúlan: JA

Kann eg brúka mítt frítíðarkort at gjalda fyri onnur enn meg sjálva/n: NEI

Kann frítíðarkortið brúkast til frítíðarvirksemi uttan fyri Eiðis kommunu: JA